Tveir dagar har føroyingar kunnu fara eina styttri ferð til Tórshavn at orðna sær jólgávurnar ella bara taka sær av løttum eitt vikuskifti í Havn. Handlarnir bjóða nevnliga jólaumbýringarmerki hesar dagarnar. Eisini eru nógv góð tiltøk kring býin, so tað ber til at fáa nakrar góðar upplivingar við á vegnum.
Nýtt tiltak
Sum nakað nýtt verður tiltakið ‘Eitt lag á hvørjum stað’ leygardagin 31. oktobur. Hetta er eitt nýtt og øðrvísi tiltak, sum ongantíð er roynt fyrr. Tá fara Jónas Gaard, Guðrið Hansdóttir og Die Færøsche Polkaband at framføra eitt lag í ymsum handlum og kaffihúsum í havnini. Tað vil siga, at tey spæla eitt lag og fara so avstað til næsta stað. Ongin veit nær ella hvar. Tí mást tú vera á rætta stað, røttu tíð fyri at uppliva tey. Hvør løta verður sostatt ein serstøk løta!
Havnarlív
Tey sum vilja vita, hvørji støð eru við í tiltakinum, og bara hoyra meira um Heysthugnan í Havn, kunnu fara á Facebook síðuna Havnarlív.
Tað er Visit Tórshavn sum saman við handlislívinum í Havn skipar fyri Heysthugni í Havn og Eitt lag á hvørjum stað.
