Mentamálaráðið:
Í starvsvenjingini hevur Ragnar Sverri fingið høvi at luttaka á fleiri fundum við ymiskar stovnar og samstarvspartar, eitt nú Tjóðpall Føroya, Landsbókasavnið, Kervi+ og Sernám. Tann síðsta dagin fekk hann harumframt høvi til at luttaka ein part á landsstýrisfundi, hetta í sambandi við mál hjá Mentamálaráðnum, sum var á skrá. Ragnar Sverri hevur eisini fingið innlit í arbeiðið við snildtelefonbanni í fólkaskúlanum, aldursmarkið á sosialum miðlum, Campus, Newton International og nógv annað.
Ragnar Sverri hevur lært um alt frá journalføring, barnaverkætlanina og fíggjarlóg til útbúgvingarskipanina, ríkisfelagsskapin og co-teaching, har lærarar samstarva um undirvísingina og stuðla næmingunum í felag.
Men starvsvenjingin hevur ikki bara snúð seg um at lurta. Ragnar Sverri er eisini sloppin at siga sína meining, seta spurningar og taka lut í kjakinum. Hann hevur millum annað skrivað eina síðu um snildtelefonbann í fólkaskúlanum, sum hann tekur undir við. Hann heldur tó, at næmingar frá 4. flokki eiga at fáa eina skúlateldu til fakligt brúk, við tryggum karmum og avmarkingum fyri óhóskandi innihaldi.
Um aldursmark á sosialum miðlum hevur hann eina aðra áskoðan. Hann heldur, at í staðin fyri eitt einfalt aldursmark átti dentur at verði lagdur á vitan, ábyrgd og góðar vanar. Sosialir miðlar kunnu eisini vera ein kelda til læring, og sjálvur hevur hann lært nógv um eitt nú politikk á YouTube. Tað snýr seg ikki bara um, hvussu gomul vit eru, men eisini um, hvussu vit læra at brúka tøknina skilagott, og hann sigur, at tey eldri brúka skermar eisini alt ov nógv.
Ragnar Sverri heldur starvsvenjingina hava verið rættliga spennandi. Serliga hevur tað verið áhugavert at síggja, hvussu politikkur, fyrisiting, løgfrøði, búskapur, útbúgving og mentan hanga saman, og hvussu avgerðir verða til í verki.
At enda takkar Ragnar Sverri hjartaliga øllum starvsfólkunum í Mentamálaráðnum og landsstýrismanninum Bárði á Lakjuni fyri, at tey tóku so væl ímóti honum og góvu honum møguleikan at royna seg.