info
Ongi úrslit

Raktur av lasbiladekki: Bilurin fór í knús

Tað er ikki gamansleikur, tá slíkt hendir - at tú koyrir ígjøgnum ein tunnil og verður raktur av stórum lastbiladekki, sum kemur rullandi eftir vegnum við nógvari ferð

Vilmund Jacobsen
18. desember 2025 kl. 16:16

Júst, hvussu hetta hendi í Sandoyartunlinum nú seinnapartin, er ikki rættilig greiða fingin á. Tunnilin er framvegis stongdur, men tað verður hann neyvan leingi aftrat.

Sambært vaktleiðaranum er talan um, at ein lastbilur, sum koyrir oman eftir brekkuni í Sandoyartunlinum, missir tvey av dekkunum av ásini.

Sum skilst, rullar annað dekkið langan veg eftir koyribreytini. Ein persónbilur, sum er á veg niðaneftir, verður raktur, og sambært vaktleiðaranum fer bilurin í knús.

Førarin í persónbilinum er fluttur á Landssjúkrahúsið, men vaktleiðarin veit ikki í løtuni at siga, hvussu persónurin hevur tað.

- Bilurin er fingin burtur av vegnum, og nú verður hugt eftir, at einki annað liggur og rekst her, sum kann órógva ferðsluna.

Vaktleiðarin væntar ikki, at tað gongur long tíð, áðrenn Sandoyartunnilin letur uppaftur fyri almennari ferðslu.

Lesið eisini - 

Eg var heppin og eg eri skelkaðurhttps://www.in.fo/news-detail/bilfoerarin-eg-var-heppin-og-eg-eri-skelkadur

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

6 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Tveir sigrar til KÍ og ein sigur til 07 Vestur

1 minuttur síðan
Tíðindi

Russar vilja spjaða og ræða

4 minuttir síðan
Tíðindi

Norrøna Felagið 75 ár

16 minuttir síðan
Tíðindi

Vilja styrkja samskiftið við lokala vinnulívið

49 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Ótrúliga langskotsmálið hjá Geza er millum fimm tey bestu

1 tími síðan
Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

1 tími síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

1 tími síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

1 tími síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

1 tími síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

1 tími síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

2 tímar síðan