info
Ongi úrslit
Ray YeowZz við steypinum fyri annaðplássið í gourmetpizza á Pizza Champion Cup International í Göteborg. Hann starvast á Roks í Havn og brúkti millum annað skerpikjøt og sjópylsu úr Føroyum á pizzuni.

Ray á Roks vann silv­ur við skerpi­kjøti og sjó­pylsu á pizzuni

Ray YeowZz, kokk­ur á Roks í Fúta­stovu í Havn, vann annað­pláss­ið í heims­meist­ara­kapp­ing fyri pizza í Göte­borg. Før­oysk­ar rá­vør­ur vóru við til at geva pizz­uni sín ser­liga dám.

Eirikur Lindenskov
16. september 2026 kl. 20:13

Skerpikjøt og sjópylsa vóru millum rávørurnar á pizzuni, sum tryggjaði Ray YeowZz silvur í Pizza Champion Cup International í Göteborg í gjár.

Ray, sum starvast sum kokkur á Roks í Havn, vann annaðplássið í bólkinum International Nordic Gourmet Pizza Star Chef 2026 – Michelin Class.

– Eg brúkti skerpikjøt og sterkan hunang, umframt sjópylsu úr Føroyum, greiðir Ray frá.

Eisini føroyskar urtir vóru á pizzuni, sum hann borðreiddi við fyri dómarunum.

Kappaðist við vinnarar frá í fjør

Ray greiðir frá, at tríggir vinnarar frá kappingini í fjør kappaðust um heiðurin.

Á myndunum frá kappingini sæst hann arbeiða við deigginum og síðani leggja lidnu pizzuna fyri dómararnar, sum smakka og meta um hana.

Tá avtornaði, slapp hann á heiðurspallin at taka ímóti steypi og diplomi fyri annaðplássið.

Pizza Champion Cup International varð hildin á Svenska Mässan í Göteborg í sambandi við matvinnumessuna FFCR. Kappast varð í fleiri bólkum, og Ray vann sostatt silvur í gourmetbólkinum við heitinum Star Chef 2026 – Michelin Class.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Setið í verk fíggj­ar­pol­it­isk reglu­verk sum munar

0 minuttir síðan
Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

29 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

36 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

54 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan