info
Ongi úrslit

Skráin til Bókadagar er kunngjørd

Dagfinn Olsen
6. oktober 2022 kl. 22:10

Hanus Kamban, Anne Holt, Beinir Bergsson og Marry Ailonieida Sombán Mari eru millum nøvnini á skránni til Bókadagar 2022, sum verður í døgunum 16.-20. november í Norðurlandahúsinum.

Í samstarvi við útgávufeløg, felagsskapir og rithøvundar bjóðar Norðurlandahúsið aftur í ár til Bókadagar, soleiðis at tey, ið kanska hava ein serligan tokka til bókmentir í Føroyum, fáa høvi at savnast. Á skránni er m.a. rithøvundasamrøður, upplestur, bókaframløgur, skriviverkstaður, bókasøla og mangt annað.

Í ár hava tey vitjandi møguleika at vera við at heiðra Hanus Kamban fyri hansara serstakliga stóra ritverk, sum hann hevur fingið úr hondum hesi meiri enn 60 árini, hann hevur verið virkin í føroyska mentanarlívinum.

Tey, ið lesa krimisøgur, kunnu gleða seg til at lurta eftir norska rithøvundanum Anne Holt, sum fer at tosa við Jógvan Isaksen um bøkur hansara, harav nakrar eru blivnar til eina krimirøð á Netflix.

Høvi verður eisini at hitta tveir yrkjarar, sum í ár eru tilnevndir Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins; hesir eru okkara egni Beinir Bergsson, sum er tilnevndur fyri yrkingasavnið Sólgarðurin, og samiska Marry Ailonieida Sombán Mari, sum er tilnevnd fyri yrkingarsavnið Beaivváš mánát.

Øll skáin kann lesast á nlh.fo https://www.nlh.fo/fo/tiltok/bokadagar-2022/. Har ber eisini til at tekna seg til tiltøkini.

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

14 tímar síðan

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

24. oktober kl. 10:22

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Star Trek og X-men leikari deyður

14 minuttir síðan
Lesarabrøv

Bústaðarneyðin verð­ur ikki loyst við fleiri skattum

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini

29 minuttir síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið

44 minuttir síðan
Fótbóltur

Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august

59 minuttir síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaklubbadagur við Streymin

1 tími síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mundu koppað meistaraliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Felags eplaveltan í Vági: Hálvt tons av eplum býtt út

1 tími síðan
Tíðindi

Minningarhald verður í Fríðrikskirkjuni

1 tími síðan
Tíðindi

Edward Fuglø málað serligan málning til Reyða Kross

1 tími síðan
Hondbóltur

Champions League: Óli skoraði og legði upp til 15 mál

1 tími síðan