Síðani aldarskiftið hava svenskarar havt 13 ymiskar meistarar í mansfótbólti. Og í dag var glæsilig søga skrivað, tá Mattias Hellisdal og liðfelagarnir í Västerås syrgdu fyri, at IK Sirius úr Uppsala vann fyrsta meistaraheitið nakrantíð.
Undan seinasta umfarinum høvdu bæði Hammarby og Sirius 61 stig. Hammarby hevði betri málmun, og tí mátti Sirius hava hjálp frá Västerås, ið tók móti Hammarby. Samstundis mátti Sirius syrgja fyri, at teir vunnu sín dyst á Gamla Ullevi leikvøllinum í Göteborg.
Og tað var júst tað sum hendi. Liðið hjá Mattiasi - sum var á vøllinum í 63 minuttir - vann 1-0 á Hammarby. Taonsa Axel skoraði sigursmálið í 21. minutti. Á Gamla Ullevi í Göteborg skrivaði Zalán Vancsa seg inn í søgubøkurnar í universitetsbýnum, Uppsala, tá hann í 87. minutti skoraði sigursmálið hjá IK Sirius. Nú er allur søguligi universitetsbýurin í gleðistárum um glæsuligu søguskrivingina, og har verður veitsla í fleiri dagar.