Løgreglan fekk fráboðan um eldin um tvey tíðina í nátt. Eldur var í einum arbeiðsskúri, sum eisini varð lýstur sum ein garasja, og bygningurin stóð í ljósum loga, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Sløkkiliðið varð boðsent, og um trý tíðina var eldurin sløktur. Sløkkiliðsfólk eru tó framvegis á staðnum og eftirsløkkja.
Eingi fólk vóru í bygninginum. Neyðugt var at flyta onkran bát, sum stóð har.
Lotið lá móti tunnilsmunnanum, og nógvur roykur gjørdi, at tunnilin varð stongdur. Hann læt upp aftur klokkan fimm í morgun eftir at hava verið stongdur í umleið tríggjar tímar. Sambært løgregluni var lítil ferðsla hetta tíðarskeiðið.
Stórur skaði er á bygninginum. Eldsorsøkin er enn ókend, og løgreglan fer at kanna staðið.