info
Ongi úrslit

Champions League: Liðini hjá Hákuni og Jóhan taptu

Skanderborg Aarhus tapti við heili 14 málum

Heri Á. Simonsen
21. oktober 2026 kl. 20:25

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen, Füchse Berlin og Skanderborg Aarhus vóru í kvøld bæði fyri tapum í innleiðandi bólkaspælinum í Champions League.

Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin taptu í Ungarn 35-39 fyri Veszprem í innleiðandi bólki A. Tað haltaði serliga í fyrra hálvleiki hjá Füchse Berlin, og var heimaliðið á odda 20-13 í steðginum.

Hákun skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir.

Veszprem er fremst í bólkinum við 10 stigum, og teir hava vunnið bólkin. Füchse Berlin er nummar tvey við seks stigum, og teir hava vunnið seg víðari í kappingini. Porto hevur trý stig og Partizan Beograd hevur eitt stig, nú bert eitt leikumfar er eftir at avgreiða í bólkinum.

Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus fingu bank í dysti í innleiðandi bólki E. Heimaliðið, Dinamo Bukarest vann 37-23 á Skanderborg-Aarhus. Í steðginum var rumenska liðið á odda 16-12.

Jóhan skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir.

Barcelona er fremst í bólkinum við átta stigum fyri fýra dystir. Skanderborg-Aarhus hevur fimm stig, og Dinamo Bukarest hevur trý stig, bæði fyri fimm dystir. Aftast er Montpellier við tveimum stigum fyri fýra dystir.

Hóskvøldið 29. oktober hevur Skanderborg-Aarhus torføran dyst á heimavølli móti Barcelona í sætta og seinasta leikumfarinum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

Í gjár kl. 12:55

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Magnus Árason var sera effektivur fyri Mors-Thy í kvøld

9 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggj ferjuruta kann koma mill­um Seyðis­fjørð og Aber­deen

36 minuttir síðan
Tíðindi

Tvær grýl­ur ganga ígjøgn­um Eur­opa: komm­unism­an og fascisman

1 tími síðan
Tíðindi

Orkuískoyti, barna­ans­ing og kvinnu­heilsa á tingi í morgin

2 tímar síðan
Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

3 tímar síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

3 tímar síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

4 tímar síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

4 tímar síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

5 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

6 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

6 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

6 tímar síðan