Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, Vitaly Klitsjko, skrivar í kvøld á Telegram, at býurin verður álopin.
- Kyiv er undir álopi við ballistiskum rakettum, og spreingingar eru í býnum, skrivar borgarstjórin, sum heitir á sínar borgarar um at søkja sær skjól undir álopinum.
Í kvøld sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, at kríggið í Ukraina er nærri endanum enn nakrantíð áður.
- Eg havi tosað við Vladimir Putin um at enda kríggið við Ukraina, og eg haldi, at endin er nærri enn nakrantíð, segði amerikanski forsetin við tíðindafólk í Hvítu Húsunum.
- Men, slíkar útsagnir eru áður komnar frá forsetanum, vísa útlendskir miðlar á.
Sambært norskum miðlum í kvøld hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, verið í samband við USA, eftir at serligi sendimaðurin hjá USA, Steve Witkoff, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin.
Ukrainski forsetin sigur seg stuðla einum uppskoti um at halda trílandasamrøður um kríggið so skjótt sum gjørligt, og hann sigur seg vóna, at slíkar samrøður kunnu verða í byrjanini av november.
Evnið á einum slíkum toppfundi millum USA, Ukraina og Russland verður friður og møguligar samrøður um framtíðina, sigur ukrainski forsetin.