Fiskimenn skulu fáa betri møguleikar at fáa arbeiðsloysisstuðul, tá ið skip teirra verða løgd til umvælingar.
Tað leggur Almanna- og bústaðamálaráðið upp til í einum uppskoti til broytingar í kunngerðini um útgjald til fiskimenn, sum nú er sent til hoyringar.
Tvær høvuðsbroytingar eru í uppskotinum. Onnur er, at fiskimenn skulu fáa stuðul eftir 15 dagar í staðin fyri eftir 30 dagar sum nú. Tað merkir, at bíðitíðin verður skorin niður í helvt.
Hin broytingin er, at stuðul skal kunna rindast fyri fleiri dagar, um umvælingin dregur út.
Í dag er markið 60 útgjaldsdagar í sambandi við hvørja einstaka umvæling. Sambært uppskotinum skal hetta hækka upp í 90 útgjaldsdagar – ein hækking á 30 dagar.
Verða broytingarnar settar í verk, kunnu fiskimenn sostatt bæði fáa stuðulin fyrr og fáa hann í eitt longri tíðarskeið, meðan skipið er til umvælingar.
Harumframt eru tekniskar og málsligar broytingar í uppskotinum, millum annað so víst verður til røttu løgtingslógirnar.
Uppskotið varð sent til hoyringar 20. oktober. Freistin at lata Almanna- og bústaðamálaráðnum viðmerkingar er týsdagin 17. november klokkan 12.
Talan er um eitt uppskot, sum er til hoyringar. Broytingarnar eru sostatt ikki settar í verk enn.