At síggja til eru hjólini í høgru síðu á tangabilinum farin út av vegkantinum, og bilurin hellur rættiliga fitt.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava fingið fráboðan um hendingina.
- Vit vita ikki akkurát, hvat er hent, men vit vita, at bilførarin tíbetur er sloppin óskalaður.
Hetta er ein tungur bilur á einum uppdyrkingarvegi.
- Tí, er spurningurin, hvussu tað verður at fáa bilin á rættkjøl aftur.
Spurdur, veit vaktleiðarin ikki at siga, um olja er likin úr bilinum, men tá vit frættu, hevði løgreglan onga ábending fingið um tað.
