Tað upplýsir Dagmar Ýr Stefánsdóttir, kommunu- og havnarleiðari í Múlaþingi, fyri RÚV. Kommunan Múlaþing, sum Seyðisfjørður er partur av, er farin í samráðingar við havnarmyndugleikarnar í Aberdeen um eina møguliga ferjurutu , og ein privatur aktørur hevur víst áhuga fyri at byggja eina ferju til endamálið.
Sambært RÚV hevur hugskotið verið á borðinum í nógv ár. Fyrr sigldi Norrøna til Skotlands, og tankin um at fáa eitt beinleiðis samband aftur millum Seyðisfjørð og Skotland hevur tí verið nevndur leingi.
Dagmar Ýr sigur, at ferjan helst má kunna taka bæði ferðafólk og farm, um haldgott rakstrargrundarlag skal vera undir rutuni. Samstundis skal nógv fyrireikast, áðrenn siglingin kann byrja, og hon metir, at tað helst ganga nøkur ár, áðrenn ein møgulig ruta kann verða veruleiki.
Seyðisfjørður hevur í meira enn hálva øld havt eina serliga støðu hjá føroyingum, tí tað er hagar, ferðasambandið við Ísland hevur gingið fyrst við Smyrli og síðani við Norrønu.
Samráðingarnar eru tó enn á byrjanarstigi. Sambært Vísi verður tað avgerandi, um nóg stórur eftirspurningur er eftir farmi millum Seyðisfjørð og Aberdeen.