Frammanfyri 1.156 áskoðarum í Sparekassen Thy Arena tóku Magnus Árason og liðfelagarnir móti Bjerringbro/Silkeborg í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Dysturin endaði við 35-32 sigri til Bjerringbro/Silkeborg, ið var kaldari i endaspurtinum. Mors-Thy var á odda 32-31, tá tríggir og ein hálvur minuttur vóru eftir av dystinum. Men útiliðið skoraði fýra ferðir seinastu løtuna uttan, at Mors-Thy megnaði at svara aftur. Í steðginum var Bjerringbro-Silkeborg á odda 19-17.
Tað gekk tó væl hjá 19 ára gamla Magnusi, ið var sera effektivur í kvøld. Magnus skoraði fimm mál upp á fimm málroyndir.
Mors-Thy er fjórðaftast í deildini við seks stigum.
Sunnukvøldið 1. november klokkan 19 spælir Mors-Thy dyst á útivølli móti Fredericia.