Dreymurin undan EM undankappingardystinum ímóti Luksemborg í Klaksvík í kvøld var, at tað skuldi eydnast føroyingum at vinna fulla úrtøku. Harvið hevði talan verið um finalu um næstfremsta plássið, tá ið Ísland týsdagin verður gestur á Tórsvølli. Tað er longu greitt, at Frakland hevur vunnið bólkin.
Nú er tað greitt, at føroyski dreymurin verður ikki veruleiki. Føroyar vunnu hvørki trý ella eitt stig í kvøld. Úrslitið var, at Luksemborg vann 1-0. Málið varð skorað í 76. minutti, tá ið føroyski málverjin í fyrru atløgu hálvbjargaði, og Leon Elshan í aðru atløgu setti bóltin í málið.
Sum seinni hálvleikur leið, vóru gestirnir meiri á bóltinum, og tað vóru spentar støður í og kring føroyska brotsteiðin. Eftir at Luksemborg hevði skorað, spenti føroyska liðið álopsbogan, og tað kendist sum um, at viljin og áræðið vóru størri, enn tey høvdu verið.
Vandamklast sá tað út til at vera, tá ið Bjarti Thorleifsson, sum var vongverji í vinstru, royndi seg við longum innkøstum úr báðum borðum, men talan varð ongantíð um heilt upplagdan málmøguleika, og so endaði tað við 1-0 sigri til Luksemborg.
9. september í fjør vóru Føroyar í Luksemborg, og tá endaði tað við føroyskum 1-0 sigri. Ta ferðina var Dávid Reynheim málskjútti.
Í hesi kappingini hevur føroyska U-21 landsliðið longu sett stigamet. Úrtøkan er 12 stig, og sigurin í kvøld ber við sær, at Luksemborg hevur 10 stig. Sveis er næstfremst við 17 stigum, Frakland er fremst við 20 stigum, og Ísand er á triðja plássi við 15 stigum.
Føroyar – Luksemborg 0-1 (0-0)
0-1: Leon Elshan 76.
Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Ejvind R. Mouritsen, Jónas Prior (Arnór Brandsson, 81.), Jákup N. Vilhelmsen, Bjarti Thorleifsson – Árni Nóa Atlason, Jógvan Kárason Gullfoss – Hanus Højgaard (Bartal Páll Klein, 81.), Dávid Reynheim (Dávid B. Andreasen, 71.), Heini Sørensen