Átta dystir eru í dag leiktir í Nations League
Á Ullevaal leikvøllinum í Oslo vann Portugal oddadystin í bólki 4 í Nations League deild A. Portugal vann 2-1 upp á eitt málmansdropp hjá norska málverjanum, Ørjan Nyland. Tað hendi beint aftaná Erling Braut Haaland hevði javnað til 1-1. Í sama bólki vann Danmark ein tryggan 2-0 sigur á Wales í Parkini í Keypmannahavn.
Aftaná tvey umfør hevur Portugal seks stig. Noreg og Danmark hava trý stig hvør, meðan Wales hevur fyrsta stigið til góðar.
Í bólki 2 í Nations League deild A hevur Jürgen Klopp enn fyrsta sigurin til góðar. Týskland var á heimavølli fyri einum skelkandi 0-1 tapið fyri Grikkalandi. Í sama bólki vunnu Niðurlond á útivølli 2-1 á Serbia.
Noreg-Portugal 1-2 (0-1)
0-1 Joao Felix ('17 )
1-1 Erling Braut Haaland ('51 )
1-2 Goncalo Ramos ('54 )
Danmark-Wales 2-0 (0-0)
1-0 sjálvmál (´53 )
2-0 Gustav Isaksen ('66 )
Týskland-Grikkaland 0-1 (0-0)
0-1 Dimitrios Kourbelis ('74 )
Serbia-Niðurlond 1-2 (0-1)
0-1 Mexx Meerdink, br. ('30 )
1-1 Luka Jovic ('46 )
1-2 Mexx Meerdink ('69 )
---
Í bólki 3 í Nations League deild B vunnu Eysturríki og Írland greiðar sigrar á ávikavist Litava og Ísrael.
Eysturríki-Kosovo 3-1 (2-0)
1-0 David Affengruber ('23 )
2-0 Junior Adamu ('45 )
3-0 Carney Chukwuemeka ('61 )
3-1 Edon Zhegrova, br. ('83 )
Ísrael-Írland 0-3 (0-3)
0-1 Troy Parrott ('13 )
0-2 Adam Idah ('16 )
0-3 Jack Moylan ('25 )
Eysturríki hevur seks stig. Írland og Kosovo hava trý stig hvør, meðan Ísrael hevur fyrsta stigið til góðar.
---
Í bólki 1 í Nations League deild D leiktu Gibraltar og Andorra málleysan javnleik.
Malta hevur trý stig. Gibraltar og Andorra hava eitt stig hvør.
Í bólki 2 í Nations League deild D endaði tað við javnleiki 1-1 millum Litava og Aserbadjan.
Litava hevur fýra stig, Aserbadjan hevur eitt stig, meðan Liktinstein hevur fyrsta stigið til góðar.
Gibraltar-Andorra 0-0
Litava-Aserbadjan
1-0 Armandas Kucys, br. ('9 )
1-1 Mahir Emreli ('14 )