info
Ongi úrslit

Vann EM-gull fyri tveimum árum síðan - er nú deyð av krabba

Ciara Mageean gjørdist evropameistari í 1500 metrum so seint sum í 2024, og hon vann silvur í 2022 og bronsju í 2016

Vilmund Jacobsen
1. november 2026 kl. 13:27

Írski rennarin, Ciara Mageean, er deyð av krabba, bert 34 ára gomul. Fyri tveimum árum síðan vann hon EM-gull.

Familja hennara hevur í dag kunngjørt deyðsfallið á Instagram.

- Klokkan 06.30 í morgun tapti Ciara stríðið móti krabbameini, og hon var umgyrd av sínum nærmastu.

Familjan sigur, at Ciara Mageean var ein høgt elskað dóttir, systir, kona og vinur, og hon gav mongum íblástur.

- Hon verður nógv saknað, verður lagt aftrat.

Ciara Mageean gjørdist evropameistari í 1500 metrum so seint sum í 2024, og hon vann silvur í 2022 og bronsju í 2016.

Hon luttók tvær ferðir í OL

Í fjør fekk hon staðfest tarmkrabba. Fyri einum mánaði síðan giftist hon við Thomas Moran, skrivar ávísin, Belfast Telegraph.

- Vit hava so nógv at síggja fram til. Tommy og eg hava trúlovað okkum. Vit høvdu altíð ætlað at gift okkum fyri næsta OL, segði Ciara Mageean við írsku ávísina í juni í ár.

Lagt verður aftrat, at krabbasjúkan framskundaði brúdleypið hjá Ciara Mageean og Thomas Moran.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kunnu Føroy­ar seta aldurs­mark á sosi­al­ar miðl­ar utt­an at bíða eft­ir ES?

11 minuttir síðan
Tíðindi

Mekongáin setur sín dám á havið

24 minuttir síðan
Tíðindi

Nú kanst tú keypa Mynda­kal­end­ar­an á netinum

27 minuttir síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin var stongdur í hálvan annan tíma

1 tími síðan
Tíðindi

3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

2 tímar síðan
Tíðindi

Danir keypa el­bilar – av­gjøld­ini hækka eis­ini í Føroyum

2 tímar síðan
Tíðindi

Russisk oljureinsiverk rakt í ukrainskum álopi

3 tímar síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

3 tímar síðan
Tíðindi

Hetlendingar umhugsa tunnilsgjøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni

4 tímar síðan
Tíðindi

Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18

4 tímar síðan