Russiski guvernørurin í Nizjnij Novgorod-regiónini, Gleb Nikitin, sigur frá einum hørðum ukrainskum dronuálopi í nátt.
Hann leggur aftrat, at eitt ídnaðaranlegg í Kstovo-økinum hevur fingið stórar skaðar.
Ukrainskir myndugleikar siga, at málið við álopinum var eitt av størstu oljureinsiverkunum hjá Russlandi í Kstovo.
Fríggjadagin søgdu tey í Kreml, at Ukraina hevði tikið uppaftur álopini móti russisikum oljureinsiverkum eftir steðg í fleiri dagar.
Ein russiskur embætismaður, Aleksandr Novak, sigur, at trý reinsiverk og eitt kemiskt anlegg í økinum eru rakt í ukrainsku álopunum.