KÍ er steypavinnari hjá kvinnum 2026.
Í finaluni um løgmanssteypið vann KÍ 3-2 á HB.
HB var annars á odda 2-1 tá farið var um teir 90 minuttirnar. Men í yvirtíðini skoraði KÍ tvær ferðir. Í 91. minutti legði Aleksandra Zachariassen hegnisliga innfyri til Biritu Ryan, ið tók av og javnaði til 2-2. Best sum fólk fyrireikaðu seg til longda leiktíð sendi Durita Hummeland í 96. minutti bóltin í netið við einum góðum langskoti, og so kundu KÍ-arnir stórfegnast um steypasigurin.
Lea Lisberg fekk HB á sigurskós longu í sjeynda minutti. Tá fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin javnaði Birita Mohr fyri KÍ. Klokkan vísti 68 minuttir, tá Julia Naomi Mortensen við einum brotssparksmáli fekk HB á sigurskós aftur. Tann sigurskósin helt til farið var útum teir 90 minuttirnar. Tá reisti KÍ seg úr øskuni sum fuglurin Føniks, og vann ein minniligan 3-2 finalusigur.
Ein sera góð og spennandi steypafinala, ið tænir báðum liðunum til heiðurs.
HB-KÍ 2-3 (1-1) - Finalan um løgmanssteypið, kvinnur
1-0 Lea Lisberg (7.)
1-1 Birita Mohr (21.)
2-1 Julia Naomi Mortensen, br. (68.)
2-2 Birita Ryan (91.)
2-3 Durita Hummeland (96.)