Adrian R. Justinussen spældi 77 minuttir, tá AC Horsens á heimavølli spældu javnt 2-2 móti verandi meistarunum, AGF.
Tá Adrian var skiftur út var AGF á odda 2-0. Júst Jacob Bonde, ið kom á vøllin fyri Adrian fekk spenning í aftur uppgerðina, tá hann í 89. minutti minkaði um munin til 2-1. Fýra minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat gjørdist Ivan Miličević stóra hetjan hjá heimaliðnum, tá hann við beinleiðis frísparki javnaði til 2-2, og tryggjaði AC Horsens eitt stig.
AC Horsens er á týðandi sætta plássinum við 11 stigum. Aftaná lokið grundspæl fara seks tey ovastu liðini í ovara endaspælið.
Nú fer Adrian saman við landsliðsliðfeløgunum at fyrireika seg til fýra dystir í Nations League móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.