Amerikanskir íleggjarar hava ikki framíhjárætt til ráevni í Grønlandi. Og vilja amerikanskar fyritøkur kanna grønlendsku undirgrundina, skal tað gerast eftir grønlendskari lóggávu.
Tað upplýsir danska uttanríkisráðið í einum skrivligum svari til Ritzau.
– Ráevnisøkið er yvirtikið av grønlendska sjálvstýrinum. Um USA ynskir at kanna grønlendsku undirgrundina fyri olju, gass og mineral, skal tað gerast innan karmarnar av viðkomandi grønlendskari lóggávu, sigur ráðið.
Avtalan millum Grønland, Danmark og USA frá 22. september 2026 broytir ikki hetta, verður staðfest.
Svarið kemur, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, mikumorgunin danska tíð skrivaði á Truth Social, at fyrireikingar verða gjørdar til umfatandi leiting eftir olju, gassi og mineralum í tí, hann nevndi »okkara nýggja og vakra Grønland«.
Trump skrivaði eisini, at serfrøðingar halda, at nøgdin av lætt atkomuligari olju er nógv størri enn í næstan øllum øðrum londum í heiminum.
Uttanríkisráðið tekur í svarinum ikki støðu til útsøgnina um komandi umfatandi leiting. Ráðið staðfestir tó, at amerikanskir íleggjarar ikki hava nakra framíhjástøðu samanborið við íleggjarar úr øðrum NATO-londum, ES-londum og samstarvslondum hjá NATO, tá tað snýr seg um atgongd til ráevni í Grønlandi.
Jørgen Hammeken-Holm, aðalstjóri í grønlendska ráðnum fyri millum annað vinnu, ráevni og orku, segði fyrr mikudagin við CNN, at amerikanskar fyritøkur hava virksemi í Grønlandi.
Men sambært honum er hetta langt frá einari umfatandi oljuleiting.
– Nógvar smærri kanningar eru í gongd, men tað kann taka fleiri ár, áðrenn tær føra til veruligt virksemi, segði hann við CNN.
USA, Grønland og Danmark gjørdu í september eina nýggja trygdar- og verjuavtalu um Grønland eftir drúgvar samráðingar. Sambært Ritzau gevur avtalan USA ávirkan á, hvør kann bora eftir olju í Grønlandi.
Ritzau