Ein dystur er í kvøld leiktur í SMS-deildini.
Í høllini á Hálsi suður vann oddaliðið, H71 ein knúsandi 39-19 stórsigur á Kyndli. Í steðginum var støðan 17-9 til hoyvíkskvinnur.
Emily Andresen var við fimm málum toppskjútti hjá Kyndli. Við 10 málum var Lilja Skaalum Vilhelm toppskjútti hjá H71.
H71 er fremst í deildini við 12 stigum. Neistin hevur sjey stig, meðan Stjørnan og VÍF hava seks stig hvør. EB hevur fýra stig, StÍF hevur trý stig, og Kyndil er aftast við tveimum stigum.
Fríggjakvøldið klokkan 18 spæla EB og Kyndil í høllini á Eiði.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Kyndil og H71:
-
©