info
Ongi úrslit
Lógaruppskotið um revsitiltøk móti Russlandi varð upprunaliga lagt fram av Lindsey Graham í apríl 2025. Nú hevur Umboðsmannatingið samtykt tað. (Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix)

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

Nýggi lógpakkin rakar russiska orku- og verjuídnaðin, Vladimir Putin forseta og fleiri høgtstandandi embætisfólk.

Eirikur Lindenskov
17. september 2026 kl. 07:15

Umboðsmannatingið í USA hevur samtykt ein víðfevndan pakka við revsitiltøkum og tolli, sum skal økja fíggjarliga trýstið á Russland.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters.

262 limir atkvøddu fyri uppskotinum, meðan 159 atkvøddu ímóti.

Senatið, sum er hitt kamarið í amerikonsku Kongressini, samtykti lógaruppskotið í august. Tað verður nú sent Donald Trump forseta til undirskrivingar.

Trump hevur sambært tíðindastovuni AFP áður sagt, at hann fer at skriva undir uppskotið.

Talan er sambært AFP og Reuters um mest víðfevnda amerikanska lógpakkan móti Russlandi, síðan Trump kom aftur í Hvítu húsini í januar í fjør.

Tiltøkini eru vend móti russiska orku- og verjuídnaðinum, Vladimir Putin forseta og øðrum høgtstandandi russiskum embætisfólkum.

Russiski skuggaflotin av tangaskipum, sum verður brúktur til at sleppa undan vesturlendskum revsitiltøkum, verður eisini raktur.

Lógin gevur harumframt amerikanska forsetanum heimild til at leggja upp í 100 prosent í tolli á stórar keyparar av russiskari olju og gassi.

Lógaruppskotið møtti stórari mótstøðu, tá republikanski senatorurin Lindsey Graham legði tað fram í apríl 2025.

Lindsey Graham doyði brádliga av hjartatrupulleikum fyrst í juli. Stutt eftir gav Trump republikansku leiðarunum í Kongressini grønt ljós til at leggja uppskotið til atkvøðugreiðslu.

– Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri meg, og tað hevði eisini ómetaliga stóran týdning fyri Lindsey, sigur republikanski senatorurin Darline Graham sambært Reuters.

Darline Graham er systir Lindsey Graham og hevur tikið við sessi hansara í Senatinum.

Lindsey Graham var ein týðiligur stuðul hjá Ukraina. Stutt undan andlátinum var hann komin aftur úr Ukraina, har hann hevði fund við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Russland gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. Síðan hava londini verið í kríggi í tí, sum Reuters lýsir sum blóðugasta kríggið í Evropa síðan seinna heimsbardaga.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

11 minuttir síðan
Hondbóltur

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

24 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

30 minuttir síðan
Fótbóltur

Minna steypa­kapp­ing­in: B36 vann á Skála ÍF í finaluni

1 tími síðan
Tíðindi

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við at steðga handlinum við Evropa

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

8 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

8 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

8 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

9 tímar síðan
Hondbóltur

Ovi og Pauli vunnu seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini

9 tímar síðan