info
Ongi úrslit

Allan Norðberg vann á Trúgva Hávardssyni

Heri Á. Simonsen
17. september 2026 kl. 07:45

Mikukvøldið vóru trý føroyingalið í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum. Harímillum var ein føroyingauppgerð.

Í høllini á Digranesi í Kópavogi tóku Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK móti Allani Norðberg og hansara liðfeløgum í Vali.

Valur vann greiðan 38-29 sigur. Í steðginum var Valur á odda 17-15.

Trúgvi skoraði bara eitt mál upp á fýra málroyndir, men hann legði upp til heili 11 mál hjá heimaliðnum, og var harvið staðfestur at vera besti leikarin hjá heimaliðnum.

Allan skoraði tvey mál fyri Val.

Valur hevur fýra stig fyri tríggjar dystir. HK hevur enn fyrsta stigið til góðar í kappingini.

Á Selfossi eydnaðist tað Tóka Fríðrikssyni, Jóhannes Bjørgvin og liðfeløgunum at knógva javnleik 34-34. Í steðginum var Stjarnan á odda 19-17. Tóki skoraði tvey mál og Jóhannes skoraði eitt mál.

Selfoss var á odda 31-27, men seinastu løtuni hevði Stjarnan ein góðan endaspurt.

Stjarnan hevur eitt stig aftaná tríggjar dystir.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

Í gjár kl. 11:45

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Sølva Ford aftur á pall í Føroyum

Í gjár kl. 20:20

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava barnakonur til skanning fyrr

9 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava Vest­manna­tunn­ilin klár­an at bjóða út í 2027

44 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir bilførarar fingu klipp fyri at tosa í telefon

1 tími síðan
Tíðindi

USA samtykkir víðfevnd revsitiltøk móti Russlandi

1 tími síðan
Fótbóltur

Minna steypa­kapp­ing­in: B36 vann á Skála ÍF í finaluni

2 tímar síðan
Tíðindi

Ein milliard? Nei, 600–650 milliónir

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump hóttir við at steðga handlinum við Evropa

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gonguprát við Inga Jonhardsson um steypafinaluna

8 tímar síðan
Tíðindi

Seyðahundarnir koma heim

8 tímar síðan
Tíðindi

Talv: Hørð byrjan

9 tímar síðan
Tíðindi

Lágmæltur krígsfilmur úr Ísrael

9 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanski miðbankin hækkar rentuna

9 tímar síðan