Um klokkan 13.30 tók løgreglan ein bilførara í Havn fyri at tosa í telefon undir koyring. Hetta gevur klipp í koyrikortið.
Beint fyri klokkan 14 varð enn ein bilførari tikin í Havn fyri sama brot. Hesin fekk eisini klipp í koyrikortið umframt bót.
Seinni í gjár fekk løgreglan harumframt eina fráboðan úr Norðurstreymoy um seyð, sum var komin innangarðs. Aktingarmaðurin varð boðsendur til ta uppgávuna.