info
Ongi úrslit

Vágur – eitt stað at búgva, trívast og liva

- Í Vági kennir tú teg ikki sum eitt nummar í røðini. Tú ert partur av einum samfelag, har fólk taka sær av hvørjum øðrum, og har til ber at skapa eina tilveru við innihaldi, tryggleika og náttúrligum friði, sigur borgarstjórin, Bjarni Johansen

Vilmund Jacobsen
18. apríl 2025 kl. 17:21

Fyri nógv kann Suðuroyggin kennast eitt sindur langt burtur. Tað tekur tveir tímar at koma við Smyrli úr Havn, og tað kann tykjast sum ein forðing – serliga, um tú arbeiðir í miðstaðarøkinum. 
- Men tað, sum tú fært afturfyri, um tú velur at búgva í Vági, er meira enn nóg mikið til at viga upp ímóti tí.
Tað sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Hann vísir á, at Vágur er eitt samfelag, sum veruliga hevur alt tað, sum ein familja hevur brúk fyri – og meir enn tað. 
- Her er gott at búgva, og her er rúm fyri lívinum, sigur hann.

Barnafamiljurnar
Vágur hevur sterkar karmar fyri barnafamiljurnar.  
- Her eru góðir og tryggir karmar fyri børn og familjur. Barnagarðurin og vøggustovan eru væl skipað við dugnaligum starvsfólki, og fólkaskúlin í Vági hevur eitt gott umdømi, bæði fakliga og í mun til trivnað. 
Borgarstjórin vísir á, at Vágur eisini hevur eitt ríkt frítíðarlív, bæði innan ítrótt og trúðarlív, har børn og ung kunnu menna seg og finna sínar egnu leiðir. 
Og tað snýr seg sjálvsagt ikki bara um børnini. 
- Tað snýr seg eisini um foreldur og um at gera tað lættari at vera familja, sigur hann.

Samhugi og felagsskapur 
Húsaprísirnir í Vági eru nógv lægri enn í miðstaðarøkinum, og hetta ger tað møguligt at fáa eina støðuga og rúmliga tilveru – uttan at skuldarseta familjuna í fleiri áratíggju. 
Í Vági hava eisini tey eldru eisini sítt pláss. 
- Vit hava góð tilboð til tey eldru. Her verða skipað ymisk tiltøk og ítriv, sum gera gerandisdagin innihaldsríkan og sosialan. Hetta styrkir um samhuga og felagsskap millum ættarlið og tryggjar, at øll í samfelagnum kenna seg virkin og virðismikil, sigur Bjarni Johansen.

Myndin er ikki tøk

Góður fleksibilitetur
Borgarstjórin vísir á, at góður fleksibilitetur eisini er í Vági fyri tey, sum hava starv aðrastaðni. 
- Ein nýggj og spennandi loysn hjá Vágs kommunu er, at fólk, sum arbeiða í miðstaðarøkinum, kunnu leiga eitt skriviborð og avgreiða sítt arbeiði úr Vági – til dømis fjararbeiði partar av vikuni. 
Bjarni Johansen vísir á, at hetta ger tað munandi lættari at sameina arbeiðslív við eitt betri og bíligari bústaðarval. 
- Hetta er eitt framkomið stig, sum vísir, at Vágur hugsar frameftir og vil skapa karmar, har tað ber til at liva og arbeiða – eisini tvørtur um landafrøðilig mørk, leggur hann aftrat.

Partur av samfelag
Vágur er ein bygd við hjarta og sál, og her kennur tú teg ikki sum eitt nummar í røðini.  
- Her ert tú partur av einum samfelag, har fólk taka sær av hvørjum øðrum, og har til ber at skapa eina tilveru við innihaldi, tryggleika og náttúrligum friði. 
Borgarstjórin vísir á, at Vágur er eitt stað, har tú veruliga kanst liva – og ikki bara búgva.
- Hugsar tú tankan at gerast partur av okkum her í Vági, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Vágs kommunu um møguleikar, sigur Bjarni Johansen.
 

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

Í gjár kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Yvirlýsing frá friðarrørsluni: Raðfesti friðarmentan heldur enn krígsmentan,

0 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og liðfelagarnir leiktu aftur javnt 29-29 í kvøld

20 minuttir síðan
Tíðindi

Filmisk styrki í Kringvarpinum

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Elias gjørdi góðan mun hjá THW Kiel seinastu løtuna av dystinum

1 tími síðan
Tíðindi

Fimm starvsdagar á Býarbókasavninum í Havn

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: GOG vann greiðan sigur á Kristianstad (Champions League)

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt frá Rana: Vit hava gingið

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá pengar tryggja politiskt vald

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Málførleikar, integratión og avleiðingar av málroyndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Aloma Davidsen in memoriam

3 tímar síðan
Tíðindi

– Hetta gevur okkum orku at gera meira

3 tímar síðan
Tíðindi

Einmælt býráð mótmælir

4 tímar síðan