Klokkan 17.45 byrjar dysturin í innleiðandi bólki D í Champions League niðri í Ungarn millum Szeged og liðið hjá Óla Mittún, GOG.
Aftaná fýra leikumfør hevur Sporting Lissabon sjey stig, GOG hevur seks stig, Szeged hevur trý stig, og Kristianstad er aftast við ongum stigi.
Megna Óli og liðfelagarnir javnleik ella ein sigur í kvøld, so hevur GOG tryggjað sær í minsta lagi annað plássið í bólkinum, og harvið eitt pláss í endaspælinum.
Hondbóltsáhugaðir føroyingar kunnu síggja dystin Szeged-GOG á TV3, ið eisini er partur av Televarpinum. Dysturin vann eisini stroymast á Viaplay. Sendingin á TV3 byrjar klokkan 17.40.
Skuldi tað kiksað hjá GOG í kvøld, so fáa teir ein nýggjan møguleika á heimavølli í sætta og seinasta umfarinum í innleiðandi bólkaspælinum.
Komandi hóskvøld klokkan 18.45 - klokkan 17.45 føroyska tíð - byrjar dysturin í Arena Svendborg millum GOG og Sporting Lissabon.