info
Ongi úrslit

Minningarhald teirra sjólátnu kring landið í dag

Í dag, allahalgannadag, verða minningarhald teirra sjólátnu hildin kring alt landið. Kransar verða lagdir, røður hildnar og gudstænastur og minningarløtur skipaðar í fleiri bygdum og býum.

Eirikur Lindenskov
1. november 2026 kl. 10:02

Fyrstu minningarhaldini byrja klokkan 11.

Í Svínoy verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 11, har Helgi Mortensen flytur fram røðu og kransar verða lagdir.

Somuleiðis klokkan 11 verður allahalgannagudstænasta í Miðvágs kirkju, og aftaná verða kransar lagdir við minnisvarðan. Klokkan 16 verður eisini allahalgannakvirra í kirkjuni, har Livar Nysted greiðir frá lagnutúrinum við Nadoddi.

Í Sørvági verður gudstænasta og minningarhald eisini klokkan 11. Marjun í Kálvalíð, prestur, talar.

Á Tvøroyri verður minningargudstænasta í Tvøroyrar kirkju klokkan 11. Jákup Erlingsson Petersen, prestur, hevur gudstænastuna. Síðani verða kransar lagdir við minnisvarðan á Torvheyggi.

Klokkan 12 verður minningargudstænasta í Gjáar kirkju. Jonhard Jógvansson talar, og síðani verður farið til minnisvarðan at leggja kransar.

Klokkan 13 verður minningarhald við minnisvarðan í Skálavík, har Havstein Klein, prestur, talar.

Á Syðradali byrjar minningarhaldið klokkan 13.30. Marjun Lómaklett, sóknarprestur, flytur fram røðu, og kransar verða lagdir.

Klokkan 14 eru fleiri minningarhald.

Í Fuglafirði verður minningarhald við minnisvarðan, har Annbjørg Abrahamsen heldur røðu.

Í Havn verður minningarhald á Vinnuháskúlanum, Nóatún 2. Beinir Johannesen, løgmaður, talar, og Heri Joensen, prestur, hevur andakt. Síðani leggur løgmaður krans við minnisvarðan í Viðarlundini.

Á Sandi verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 14, har Havstein Klein, prestur, talar.

Í Hósvík verður minningarhald í Hósvíkar kirkju klokkan 14. Tummas Lykke Kannuberg, sóknarprestur, talar, og síðani verður farið til minnisvarðan at leggja kransar.

Á Eiði verður minningargudstænasta klokkan 14.30 við Jonhardi Jógvanssyni, presti. Eftir gudstænastuna verður farið til minnisvarðan at leggja krans.

Klokkan 15 verða minningarhald fleiri staðni.

Í Klaksvík verður minningarhald við minnisvarðan í gamla kirkjugarði. Pól Johannesen, trúboðari, flytur fram røðu, Vitin syngur, og kransar verða lagdir.

Í Skopun verður minningarhald við minnisvarðan, har Havstein Klein, prestur, talar.

Á Toftum verður minningarhald í Fríðrikskirkjuni. Gimmi Olsen, prestur, talar, og musikkskúlanæmingar luttaka. Síðani verður farið til minnisvarðan at leggja kransar.

Í Søldarfirði verður minningarhald við minnisvarðan, har Sólborg í Grund Bøgesvang talar.

Í Vági verður minningarhald teirra sjólátnu klokkan 15. Harumframt er lestur í Vágs kirkju klokkan 11 og allahalgannakonsert við kirkjukórinum Ljómi klokkan 18.

Í Hvalba verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 15. Hanus Pál Jógvansson, prestur, talar, og kransur verður lagdur.

Í Kollafirði verður minningarhaldið í Missiónshúsinum klokkan 15. Annika M. Gaard, prestur, luttekur.

Í Vestmanna verður minningarhald í Vestmanna kirkju klokkan 15. Lis Samuelsen, prestur, sigur nøkur orð, og Vestmanna Sangkór syngur. Drekkamuður verður aftaná.

Klokkan 15.30 verður minningarhald í Haldórsvíkar kirkju. Tummas Lykke Kannuberg talar, og síðani verður farið niðan til minnisvarðan.

Klokkan 16 verður farið til minnisvarðan í Leirvík, har kransar verða lagdir. Klokkan 16.30 heldur minningarhaldið fram í miðhøllini í Leirvíkar skúla, har Árni Jacobsen flytur fram røðu.

Á Strondum verður minningarhald við minnisvarðan klokkan 16. Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, talar. Um veðrið ikki er til vildar, verður haldið í bygdahúsinum.

Í sambandi við minningarhaldið á Syðradali fer Sam úr Klaksvík klokkan 13 og av Syðradali aftur klokkan 15.50 og 17.35. Úr Svínoy fer Jósup sambært kunningini umleið klokkan 14.

Í Havn verður eisini gudstænasta í Dómkirkjuni klokkan 20 sum framhald av almenna minningarhaldinum.

Fakta
Minningarhald í dag – stutt yvirlit - 11.00: Svínoy, Miðvágur, Sørvágur, Tvøroyri - 12.00: Gjógv - 13.00: Skálavík - 13.30: Syðradalur - 14.00: Fuglafjørður, Havn, Sandur, Hósvík - 14.30: Eiði - 15.00: Klaksvík, Skopun, Toftir, Søldarfjørður, Vágur, Hvalba, Kollafjørður, Vestmanna - 15.30: Haldórsvík - 16.00: Leirvík, Strendur - 20.00: Dómkirkjan í Havn Ferðakunning: Sam fer úr Klaksvík til Syðradals kl. 13 og av Syðradali aftur kl. 15.50 og 17.35. Jósup fer úr Svínoy umleið kl. 14.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Tey rokast í Skúgvi í dag

Í gjár kl. 16:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Russisk oljureinsiverk rakt í ukrainskum álopi

1 minuttur síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

9 minuttir síðan
Tíðindi

Hetlendingar umhugsa tunnilsgjøld

12 minuttir síðan
Tíðindi

Tvey harðskapsmál fráboðað løgregluni

50 minuttir síðan
Tíðindi

Kom og hoyr gleðiboðskapin í Betesda sunnukvøldið kl. 18

51 minuttir síðan
Hondbóltur

Kjartan skoraði og legði upp til 10 mál

1 tími síðan
Tíðindi

Nógv fólk í býnum og nógv at gera hjá løgregluni

1 tími síðan
Hondbóltur

HF Karlskrona misti sigurin seinastu løtuna

2 tímar síðan
Tíðindi

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

3 tímar síðan
Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

4 tímar síðan