Fyrra fráboðanin kom klokkan 17 í gjár. Ein persónur var sligin í andlitið, og løgreglan fór skjótt á staðið og handtók ein persón í sambandi við málið.
Viðkomandi varð seinni avhoyrdur og latin leysur aftur.
Klokkan 01.55 í nátt fekk løgreglan eina aðra fráboðan um harðskap. Hesaferð var tað á einum skeinkistaði, har ein persónur var sligin fleiri ferðir.
Løgreglan arbeiðir víðari við málinum og sigur seg hava ítøkiligar upplýsingar at arbeiða út frá.