info
Ongi úrslit

Video: Brølari kostaði AB dýrt

Ein verjuvilla fekk avgerandi týdning fyri dystin millum AB og HB, sum HB vann 3-0

info
Tróndur Arge
4. mai 2014 kl. 22:25
HB vann í dag 3-0 á AB í 7. umfari í Effo-deildini. Fróði Benjaminsen legði HB á odda aftaná 19 minuttir. Hóast HB hevði bóltin meiri, so kom AB til fleiri góðar málmøguleikar, men serliga málverjin hjá HB, Teitur M. Gestsson, stóð í vegin. Les eisini: Kristin R. Mouritsen og Heðin Stenberg um løgna 2-0 málið Tað endaði við, at HB avgjørdi dystin miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá Kristin R. Mouritsen taklaði bóltin í málið til 2-0. Tað var fyrrverandi HB miðvallarin, Kári Nielsen, sum skuldi sparka vekk í egnum 5-metri, tá hann bleiv taklaður og bólturin endaði í málinum. Les eisini: B36 oddalið í Effo-deildini Móri endanum økti innskifti Tróndur Jensen til 3-0. HB var eina løta á fyrsta plássi, men B36 tók oddasessin aftur við 3-1 sigri á EB/Streymi. Effo-deildin: 7. umfar Víkingur-ÍF 1-1 (1-1) 1-0: Bárður Hansen 7. 1-1: Karl Løkin 35. NSÍ-KÍ 1-1 (0-1) 0-1: Henry Heinesen 26. 1-1: Debes Danielsen 90.+3. Les eisini: Samandráttur dystinum Les eisini: Eftirmeting av dystinum B68-Skála 0-0 Les eisini: (Video) Samandráttur frá dystinum Les eisini: (Video) Eftirmeting av dystinum B36-EB/Streymur 3-1 (1-0) 1-0: sjálvmál 2-0: Adeshina Lawal 3-0: Jákup á Borg 3-1: Egil á Borg AB-HB 0-3 (0-1) 0-1: Fróði Benjaminsen 20. 0-2: Kristin R. Mouritsen 55. 0-3: Tróndur Jensen 90.+3. Støðan í Effo-deildini: 1. B36 17 2. HB 15 3. KÍ 13 4. NSÍ 11 5. ÍF 10 6. EB/Streymur 9 7. Víkingur 7 8. B68 5 9. AB 4 10. Skála 3 Komandi umfar: 9. mai Víkingur-NSÍ 11. mai KÍ-B36 B68-HB Skála-ÍF EB/Streymur-AB

Mest lisið hesa vikuna

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

8 tímar síðan

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Seinasti dysturin hjá ÍBV endaði við stórtapi

1 tími síðan
Tíðindi

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

2 tímar síðan
Fótbóltur

07 Vestur vann niðara endaspælið

2 tímar síðan
Tíðindi

110.000 mótmæltu í París

2 tímar síðan
Hondbóltur

Vendsyssel vann og Aarhus tapti

3 tímar síðan
Tíðindi

Sætta húsið undir bygging í nýggjari útstykking á Sandi

3 tímar síðan
Hondbóltur

Fjórði sigurin á rað hjá THW Kiel

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: H71 megnaði javnleik og samlaðan sjeymálssigur á Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

Føroysku kvinnurnar vunnu seinna dystin móti Eysturríki

5 tímar síðan
Fótbóltur

Geza var besti leikarin og skoraði í stórsigri hjá Grimsby

5 tímar síðan
Tíðindi

Rógvi Joensen í Betesda sunnukvøldið – dópur verður

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: KÍ-kvinnurnar hava vunnið FM-heitið 25 ferðir

6 tímar síðan