Fyrr í dag spældi føroyska U17-landsliðið seinna EM-undankappingardystin í innleiðandi bólki 13.
Hesaferð var mótstøðulið vertslandið, Kýpros.
Pætur Sigurðsson Højgaard fekk Føroyar á sigurskós í 51. minutti. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti Andrew Poulsen til støðuna 2-0. Sigurin var í pottinum, men seinastu løtuna megnaði føroyska liðið ikki at binda fyri.
Í 88. minutti minkaði heimaliðið um munin til 1-2, og tveir minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Kýpros til 2-2.
Týsdagin taptu Føroyar 0-4 (0-2) fyri Rumenia.
Rumenia hevur trý stig fyri ein dyst. Kýpros hevur eitt stig fyri ein dyst, og Føroyar hava eitt stig fyri tveir dystir.
Mánadagin klokkan 13 spæla Føroyar venjingardyst móti Japan.
𝗙𝘆𝗿𝘀𝘁𝘂 𝟭𝟭:
1 Carl Christian Codron (M)
2 Filip Jovevic
4 Boas á Reynatrøð
5 Andrew Poulsen
6 Rósing Sverrason Toyt (L)
8 Fróði Juul Jarnskor
9 Emil Ludvig Jacobsen
11 Emil Poulsson Linklett
14 Marius Jónsson
17 Bogi Augustinussen
18 Elias Justinus Begerau
Eyka:
12 Tobias McLeod í Hjøllum (M)
3 Filip Bendix Laursen
7 Pætur Sigurðsson Højgaard
10 William Hansen
13 Markus í Mittúni
15 Tristan Hentze
16 Olivur Joensen
Kelda: FSF