Annað árið á rað verður einki tiltak uttanfyri Miðlahúsið ólavsøkukvøld. Hetta er av koronu-ávum.
Farna áratíggju hevði Miðlahúsið fleiri væl umtókt tiltøk uttanfyri Miðlahúsið við sang- og undirhaldsframførslum.
Vit fara í kvøld og í morgin at rógva aftur á nakrar av framførslunum sum vóru uttanfyri Miðlahúsið á ymiskum ólavsøkum í farna áratíggju.