Liðið hjá Óla Mittún hevði í kvøld vitjan av týsku meistarunum, SC Magdeburg í bólki 2 í millumumfarinum í Champions League.
Dysturin í Arena Svendborg endaði við teprum 36-35 sigri til Magdeburg, ið var á odda 21-20 í steðginum.
Óli skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir, og hann legði eisini upp til fimm mál.