info
Ongi úrslit

Kaj Leo um OL-málið: Eg royndi men ikki nóg mikið

Fyrrverandi løgmaður vil skipa ein ríkjafelagsskap, nú IOC hevur staðfest, at føroysku hondbóltslandsliðini ikki sleppa við til OL í 2028, hóast tey spæla seg til kappingina.

Eirikur Lindenskov
19. november 2026 kl. 22:30

– Eg royndi, men ikki nóg mikið.

Soleiðis sigur Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, í viðmerking við in.fo í kvøld. Hann var sjálvur í Lausanne í 2015, tá hann sum løgmaður hitti táverandi IOC-forsetan, Thomas Bach. Ein arbeiðsbólkur varð tá settur at greina tilgongdina í sambandi við føroysku umsóknina um olympiska viðurkenning frá 1984.

Á fundi við Ítróttasamband Føroya í Lausanne 10. november staðfesti IOC, at føroysku hondbóltslandsliðini ikki kunnu luttaka í olympisku kappingunum í 2028, heldur ikki um tey vinna sær pláss á vøllinum. Sambært ÍSF er tað ríkisrættarliga støðan hjá Føroyum, sum forðar fyri luttøku.

– Vit kunnu ikki longur við góðari samvitsku hyggja okkara føroysku heimsstjørnur í eyguni og útseta meira. Skipið ein ríkjafelagsskap og gloymið, hvør kom við hugskotinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Bar hugskotið fram á ólavsøku í 2012

Kaj Leo Holm Johannesen bar sama hugskot fram í ólavsøkurøðuni í 2012. Tá segði hann seg droyma um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Í eini samrøðu við táverandi blaðstjóran á Politiken, Bo Lidegaard, sum in.fo endurgav í august sama ár, segði hann eisini, at sambandið við Danmark skuldi vera tætt, og at hann sá fyri sær, at Føroyar kundu gerast limur í ST.

Beinir Johannesen, løgmaður, hevur í dag kallað forfólkini í politisku flokkunum á fund at umrøða, hvussu flokkarnir kunnu arbeiða víðari í felag. Hann sigur, at IOC-málið er ein av fleiri orsøkum til at broyta verandi ríkisrættarligu karmar.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Jólatrøini í Vága kommunu verða tendrað

0 minuttir síðan
Hondbóltur

VIDEO: Síggj Óla skjóta og leggja upp til mál móti Magdeburg

15 minuttir síðan
Tíðindi

Silja Strøm hevur vunnið útboð um listprýðing av auluni hjá TSK

30 minuttir síðan
Tíðindi

Karstin er nýggjur B36 málmansvenjari

39 minuttir síðan
Tíðindi

Maður drap unnustu og dóttur á Jútlandi

40 minuttir síðan
Tíðindi

Sendistovur í Kyiv raktar í russiskum álopi

58 minuttir síðan
Tíðindi

Lis til Suðurstreym

1 tími síðan
Hondbóltur

Dánjal var aftur á vøllinum fyri Fram

1 tími síðan
Tíðindi

Inga Beder 100 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Linda Andrews útgevur nýggja heildarútgávu

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hillerød fekk bank í Fredericia

2 tímar síðan
Tíðindi

Vit vilja eiga tykkum menn so leingi sum til ber

2 tímar síðan