Liðið hjá Poul Kallsberg í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Hillerød stríðist fyri at vinna seg millum seks tey fremstu liðini í deildini, so liðið kann kappast í ovara endaspælinum.
Í kvøld var liðið fyri einum afturstigi í tí stríðnum. Á útivølli tapti Hillerød stórt 1-4 fyri Fredericia.
Tá Poul kom á vøllin í 53. minutti var heimaliðið á odda 3-1.
Hillerød er nummar níggju í deildini við 15 stigum. Men teir eru bert eitt stig frá AaB, ið er á gylta sætta plássinum við sekstan stigum. Hobro á sjeynda plássinum hevur eisini 16 stig. Kolding á áttanda plássinum hevur 15 stig, og Esbjerg á 10. plássinum hevur 14 stig. So tað er hart stríð um endastøðurnar í grundspælinum.
Leygardagin klokkan 12.30 hava Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Vejle dyst á heimavølli móti HB Køge.
Vejle er næstfremst í deildini við 27 stigum.