Fyribils kanningarnar í málinum um tey trý deyðu fólkini, sum vórðu funnin við Give í Jútlandi, benda á, at ein maður hevur dripið unnustu sína og felags dóttir teirra, áðrenn hann síðan tók sítt egna lív.
Tað skrivar Sydøstjyllands Politi í tíðindaskrivi.
Løgreglan fekk fyrrapartin í gjár eina fráboðan um, at trý fólk vóru funnin deyð á einum bústaði við Give á Jútlandi.
Tey deyðu eru ein 62 ára gamal maður, ein 48 ára gomul kvinna og ein 10 ára gomul genta. Øll trý búðu á staðnum.
Síðan fráboðanina hevur løgreglan gjørt eitt umfatandi kanningararbeiði við millum øðrum avhoyringum, tøkniligum sporum og rættarlæknafrøðiligum kanningum.
Út frá hesum fyribils upplýsingum metir løgreglan, at maðurin framdi drápini og síðan beindi fyri sær sjálvum.
Sydøstjyllands Politi fer komandi tíðina at halda fram við kanningunum og avhoyringunum fyri at fáa greiðu á neyvu umstøðunum kring hendingina.
– Stór atlit mugu takast til tey deyðu og teirra avvarðandi. Tí vóna vit, at fólk skilja, at løgreglan í løtuni er noydd at halda aftur við fleiri upplýsingum, meðan vit arbeiða víðari við málinum.
Tað sigur varaløgregluinspektørurin, Brian Skovrup Christensen.