B36 skrivar soleiðis í kvøld:
Karstin Hansen fer at hava málverjarnar á besta mansliðnum undir hond komandi kappingarár.
Avtalan var undirskrivað í kvøld.
Seinasta hálvtannað árið hevur hann verið málmansvenjari á Toftum.
- Tá eitt so stórt felag sum B36 hevur áhuga fyri tær, so er trupult at siga nei. Eg eri takksamur fyri hendan møguleikan, og eg gleði meg at arbeiða saman við so dugnaligum málmonnum, sigur hann.
Karstin hevur sjálvur drúgvar royndir sum málverji, og hann hevur spælt gott og væl 300 dystir í bestu og næstbestu deildini. Sum spælari umboðaði hann NSÍ og Skála.
Hjartaliga vælkomin, Karstin, skrivar B36 í kvøld.