– Eg havi júst tosað í telefon við okkara fólk í Kyiv og eri sera lættur um, at tey ikki fingu likamligan skaða.
Tað skrivar eysturríkski samveldiskanslarin, Christian Stocker, á X, fyrrverandi Twitter.
Niðurlendski uttanríkisráðharrin, Tom Berendsen, váttar, at teirra sendistova eisini varð rakt í einum russiskum álopi.
– Tíbetur fingu starvsfelagar okkara ongan skaða og eru í tryggum hondum, hóast bygningurin fekk smærri skaðar, skrivar hann á X.
Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, upplýsti eisini í dag, at hon fer at boðsenda russiska sendiharranum til samrøðu, eftir at eitt álop eisini rakti nærindis svensku sendistovuni í Kyiv.
Hetta veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.