info
Ongi úrslit

Linda Andrews útgevur nýggja heildarútgávu

Plátan inniheldur 10 nýskrivaðar sangir við greiðum íblástri frá gospel, soul og blues – tónleikastílum, sum altíð hava verið ein týðandi partur av tónlistarliga samleikanum hjá Lindu.

Dagfinn Olsen
19. november 2026 kl. 20:40

Aftur til røturnar - Linda Andrews gevur út country/pop-plátu.

Føroyska songkvinnan Linda Andrews, sum vann X Factor í Danmark í 2009 og síðani hevurstaðfest sína støðu sum ein av sterkastu gospelrøddunum í Danmark, vendir við nýggju útgávu síni, Keep Coming Back, aftur til sínar tónlistarligu røtur.

Plátan inniheldur 10 nýskrivaðar sangir við greiðum íblástri frá gospel, soul og blues – tónleikastílum, sum altíð hava verið ein týðandi partur av tónlistarliga samleikanum hjá Lindu.

Íblásturin til plátuna tók av álvara skap í 2025, tá Linda luttók á tveimum sangskrivaralegum í Nashville og á donsku oynni Samsø, har helvtin av sangunum á plátuni vórðu skrivaðir.

Níggju av sangunum eru framleiddir av Christian A. Refer, meðan tittulsangurin er framleiddur av føroyska tónleikaframleiðaranum Óla Poulsen, sum millum annað hevur arbeitt saman við Grace Jones og Hanne Boel.

Á plátuni er eisini eitt samstarv við legendariska amerikanska sangskrivaran og tónleikaframleiðaran Narada Michael Walden, sum er kendur fyri sítt arbeiði við Whitney Houston, Aretha Franklin og Mariah Carey.

Við Keep Coming Back sigur Linda søgur um kærleika, longsul, vón og lívsins við- og mótgongd.

“Countrytónleikur hevur so sterk bond til bæði gospel og blues, og tað er júst tann tónleikurin, eg vaks upp við í Føroyum. Við hesi plátuni er ringurin sluttaður. Eg eri komin aftur til mínartónlistarligu røtur.” sigur Linda Andrews.

Linda Andrews
Keep Coming Back

Lurta eftir Keep Coming Back

Útgivið 19. novembur 2026 av Plátufelagnum Tutl.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

Í gjár kl. 10:11

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Í gjár kl. 18:14

Ókent ræðsluevni: Byrjaði at eta seg sjálvan

Í gjár kl. 14:27

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Hillerød fekk bank í Fredericia

24 minuttir síðan
Tíðindi

Vit vilja eiga tykkum menn so leingi sum til ber

39 minuttir síðan
Tíðindi

Áheitan á Løgmann

50 minuttir síðan
Tíðindi

IOC-limaskapur: Nú liggur bólturin hjá okkum

50 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League: GOG tapti fyri Magdeburg við minsta marginali

59 minuttir síðan
Lesarabrøv

Gevið okkum penganar aftur, heldur enn at brúka teir

1 tími síðan
Tíðindi

Elinborg tekur Í Ævir heilt aftur til upprunan

1 tími síðan
Tíðindi

Knapt 550 fleiri starvsfólk í oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Russland fer neyvan at samráðast fyrr enn veturin er av

2 tímar síðan
Tíðindi

IOC letur ikki hurðina upp fyri ÍSF

3 tímar síðan
Tíðindi

Nógv spennandi á skránni í Tórsgøtu

3 tímar síðan
Tíðindi

Vestergaard vil kanna reglur um kappbjóðing við húsasølu

3 tímar síðan