info
Ongi úrslit

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

Kappingarráðið hevur góðkent, at P/f Wenzel yvirtekur ognirnar og meginpartin av virkseminum hjá konkursraktu Komfortbilum. Góðkenningin er tó treytað av, at Wenzel gevst við at selja og seinni eisini við at umvæla Volvo-bilar.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 15:43

Kappingarráðið hevur góðkent yvirtøkuna hjá P/f Wenzel av ognunum hjá Sp/f Komfortbilum og Sp/f NN Finans.

Yvirtøkan fevnir millum annað um bilar, goymslu, útgerð, eykalutir og atgongd til leigumálið hjá Komfortbilum. Wenzel hevur eisini yvirtikið starvsfólk og fingið avtalu um at gerast góðkent BMW-verkstað í Føroyum.

Kappingareftirlitið metti tó upprunaliga, at yvirtøkan fór at forða munandi fyri virknari kapping á føroyska bilmarknaðinum. Serliga vóru ivamál um søluna av nýggjum premiumbilum – sum eru bilar í dýrara og meira eksklusiva partinum av bilmarknaðinum.

Uttan eina nøktandi tilsøgn frá Wenzel ætlaði eftirlitið tí at mæla Kappingarráðnum til at nokta yvirtøkuna.

Sleppur Volvo

Loysnin varð, at Wenzel tann 15. oktober bant seg til at gevast við sínum Volvo-virksemi, um yvirtøkan av Komfortbilum varð góðkend.

Wenzel skal siga søluumboðið við Volvo upp og bindur seg samstundis til ikki at selja nýggjar ella brúktar Volvo-bilar í trý ár. Ávís undantøk eru tó fyri Volvo-bilar, sum longu vóru bílagdir, og fyri bilar, sum verða tiknir í býti í sambandi við aðra bilsølu.

Felagið kann fyribils reka Volvo-verkstaðið víðari, til ein nýggjur veitari hevur fingið góðkenning sum Volvo-verkstað. Verkstaðsavtalan skal tó sigast upp skjótast gjørligt og í seinasta lagi eitt ár eftir, at tilsøgnin er vorðin bindandi, um Kappingareftirlitið ikki leingir freistina.

Ein nýggjur Volvo-veitari skal eisini kunna keypa serútgerðina hjá Wenzel fyri ein marknaðarprís, sum Kappingareftirlitið góðkennir.

Stórur partur av marknaðinum

Kappingareftirlitið vísir á, at føroyski bilmarknaðurin er vorðin alsamt meira miðsavnaður.

Marknaðarparturin hjá Wenzel á samlaða marknaðinum verður mettur at vaksa úr 20–30 prosentum upp í 30–40 prosent eftir yvirtøkuna. Tríggjar tær størstu bilasølurnar fara tá at hava tilsamans 70–80 prosent av marknaðinum.

Sambært eftirlitinum hevði Wenzel uttan treytina komið at selt trý premiumbilmerki. Við yvirtøkuni varð kappingartrýstið frá BMW-virkseminum hjá Komfortbilum savnað hjá einum felag, sum longu stóð sterkt á marknaðinum.

Eftirlitið metti eisini, at aðrar bilasølur vóru áhugaðar í ognunum hjá Komfortbilum. Tí tók tað ikki undir við, at ognirnar og BMW-virksemið høvdu horvið av marknaðinum, um Wenzel ikki hevði keypt tey.

Yvirtøkan varð framd undan góðkenning

Avgerðin vísir eisini, at Wenzel hevði framt yvirtøkuna, áðrenn hon varð góðkend av kappingarmyndugleikunum.

Kappingareftirlitið umhugsaði tí bæði at nokta yvirtøkuna og at geva boð um at ógilda avtalurnar, so marknaðarstøðan kundi verða endurskapað.

Tá Wenzel bant seg til at gevast við Volvo-virkseminum, metti eftirlitið kortini, at kappingarligu ivamálini vóru loyst á nøktandi hátt.

Kappingarráðið góðkendi tí yvirtøkuna á fundi 16. oktober – við tilsøgnini frá Wenzel sum bindandi treyt.

Avgerðin kann lesast her.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

1 tími síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

3 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

3 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

4 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

5 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

5 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

6 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

6 tímar síðan