info
Ongi úrslit

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

Lesing er avgerandi fyri okkum. Sum børn, sum vaksin, sum menniskju.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 09:37

Og kanska ongantíð meir enn í dag.

Hetta fara VIT-vertirnir og landsliðsvenjarin í mansfótbólti at tosa um á forvitnisligum tiltaki fyri foreldur, vaksin og onnur áhugað í Rit og Rák 22. oktober kl. 19.

LURTA OG LES - saman

Í dagsins samfelag er tað av alstórum týdningi, at børn og vaksin hava felags upplivingar. Við søgum og bókum sløkkja vit skíggjan og fara í annan heim, har vit læra onnur at kenna og samstundis kenna okkum aftur. Tá ið tú lurtar og lesur saman,  gevur tú barninum umsorgan, fjølbroytt orðaval og hugnaligar løtur. Barnaútvarpsvertirnir Elin á Rógvi og Jonna Fritsdóttir Mortensen fara at greiða frá royndum, afturmeldingum, yndisbókum og um týdningin av at lurta og lesa saman við børnum.

Bøkur fyri lívið

Hvønn týdning kunnu bøkur hava fyri okkum gjøgnum lívið? Og hvat kunnu vit fáa burtur úr at lesa? Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari í fótbólti, journalistur og høvundur, greiðir frá sínum persónligasambandi við bøkur og lesing. Hann hugleiðir um, hvussu bøkur kunnu víðka um sjónarringin, geva íblástur og hjálpa okkum at skilja bæði okkum sjálvi, onnur menniskju og heimin rundan um okkum – eisini í krevjandi løtum, tá ið nógv er upp á spæl.

Tiltakið er sum sagt í Rit & Rák hóskvøldið kl. 19,00 og er ókeypis.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

12 minuttir síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

53 minuttir síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

2 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

5 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

5 tímar síðan