info
Ongi úrslit

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

Granskarar á Fróðskaparsetri Føroya og Syddansk Universitet hava givið út eina nýggja vegleiðing, sum vísir, hvussu fótbóltsvenjing kann brúkast til at betra heilsuna hjá fólki við diabetes 2 ella undan-diabetes

Nanný J. Toftegaard
20. oktober 2026 kl. 13:30

Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at vegleiðingin, Football for Diabetes, byggir á umfatandi gransking seinastu 20 árini, sum hevur víst, at fótbóltsvenjing kann hava góða ávirkan á konditión, kropssamanseting og fleiri týðandi heilsuviðurskifti.

Tað eru May-Britt Skoradal og Magni Mohr frá Fróðskaparsetri Føroya og Tina-Thea Nielsen og Peter Krustrup frá Syddansk Universitet, sum hava gjørt vegleiðingina.

Endamálið er at gera tað lættari hjá heilsustarvsfólki, ítróttafeløgum og øðrum at skipa fótbóltsvenjing fyri fólk við diabetes. Venjingin kann lagast til ymiskar aldursbólkar og førleikar, og tað krevst ikki, at luttakararnir hava spælt fótbólt áður.

– Ein av størstu avbjóðingunum er ikki bara at fáa fólk at røra seg, men eisini at fáa tey at halda fram við at vera kropsliga virkin. Fótbóltur sameinir munagóða venjing við gleði og sosiala samveru, sum kann hjálpa fólki at varðveita hugin at røra seg, sigur May-Britt Skoradal, lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Vegleiðingin er eisini ment við íblástri frá altjóða diabetesfelagsskapinum IDF Europe.

Nýggja vegleiðingin verður millum annað løgd fram á altjóða ráðstevnuni Football is Medicine í Odense 26.–29. januar 2027. Har fara Fróðskaparsetrið, Syddansk Universitet, Diabetesfelagið í Føroyum og IDF Europe at samstarva um vísindaligar framløgur, kjak og verklig skeið um fótbólt sum heilsufremjandi venjing.

Les vegleiðingina Football for Diabetes HER.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

42 minuttir síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

1 tími síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

2 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

2 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

3 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

4 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

4 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

5 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

5 tímar síðan