info
Ongi úrslit

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

Við egnari hjálp slapp manningin av skipinum og í ein lívbát og haðani umborð á eitt stórt italskt cruiseskip, sum var á leiðini

Vilmund Jacobsen
18. oktober 2026 kl. 23:44

Eitt stórt bjargingarátak varð sett í verk, eftir at tað gjørdist greitt, at eldur var í einum fiskiskipi í Skagerak.

Tey fýra sjófólkini, sum vóru í bátinum, eru øll bjargað og hava tað eftir umstøðunum gott.

Millum miðlarnar, sum skriva um hendingina í dag, er Verdens Gang.

Sagt verður, at eitt stórt italskt cruiseskipið, AidaNova, sum var á leiðini, hevði tikið manningina á fiskiskpinum umboð.

Við egnari hjálp var manningin sloppin av brennandi skipinum og í ein lívbát.

- Tað er eitt fiskiskip, sum er miðskeiðis millum Danmark og Noreg. Tað tykist, sum eldur er ískipinum, og roykur er staðfestur.

Soleiðis segði bjargingarleiðarin á norsku Høvuðsbjargingarstøðini, Per Ivar Austnaberg, við Verdens Gang í dag klokkan 15.10, lokala tíð.

Bert 25 minuttir seinni upplýsir bjargingarleiðarin yvirfyri VG, at øll fýra sjófólkini, sum vóru við brennandi skipinum, eru bjargað.

Lagt verður aftrat, at fiskiskipið sigldi undir donskum flaggi, men Verdens Gang visti fyrr í dag ikki at siga, hvør tjóðskapurin er hjá teimum bjargaðu.

Ógreitt var eisini, hví eldur var komin í fiskiskipið, og hvør lagnan hjá skipinum gjørdist.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

2 tímar síðan
Fótbóltur

FM-vinnararnir mistu stig á heimavølli

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Víkingur - AB

3 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin brendi brotsspark - Liðið hjá Jóhannu vann toppdystin

4 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - 07 Vestur

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nýggi álops­spæl­ar­in hjá Vík­ingi var tví­fald­ur mál­skjútti

5 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu sínar dystir

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 - Skála

5 tímar síðan
Tíðindi

Bodø: Hava funnið líkið av manni sum koppaði á vatnskutara

5 tímar síðan
Fótbóltur

HB er á veg út í Europa

5 tímar síðan
Tíðindi

Søren Gade gevst: Kann ikki longur taka undir við Venstre

5 tímar síðan