info
Ongi úrslit

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

Hóast ein arbeiðsbólkur mælti til at varðveita Landsverk sum byggiharra, tók samgongan avgerð um at flyta ábyrgdina fyri almennum byggiverkætlanum út til einstøku aðalráðini.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 11:04

Landsstýrismaðurin ásannar, at broytingin kann ávirka bæði rakstur og verkætlanir og hava við sær, at vitan hvørvur.

Tað var ein politisk avgerð hjá samgonguni, at Landsverk ikki longur skal hava ábyrgdina av almennum byggiverkætlanum.

Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur sett honum sjey skrivligar spurningar um ætlanina at niðurleggja verkætlanardeildina hjá Landsverki.

Ein arbeiðsbólkur, sum varð settur í seinasta samgonguskeiði, hevði kannað tríggjar møguligar skipanir fyri almennar byggiverkætlanir. Møguleikarnir vóru at halda fram við verandi skipan, at flyta ábyrgdina til eina stóra eind ella at lata einstøku aðalráðini hava ábyrgdina av sínum verkætlanum.

Arbeiðsbólkurin metti, at allir tríggir møguleikarnir kundu brúkast. Tó varð mælt til at varðveita verandi skipan við Landsverki sum byggiharra og at gera neyðugar tillagingar.

Samgongan valdi aðra loysn

Verandi samgonga tók kortini beinanvegin avgerð um, at byggingsfyrisitingin ikki longur skuldi liggja hjá Landsverki.

Í staðin verður farið frá einari miðsavnaðari skipan til eina desentrala loysn. Umsitingin av einari byggiverkætlan verður flutt til tað aðalráðið, sum varðar av játtanini ella bygninginum.

Sambært Jacob Vestergaard er størsti fyrimunurin, at ábyrgdin verður greiðari. Landsstýrisfólkið, sum fær játtanina, skal standa fyri byggingini og hava bæði fíggjarligu og fakligu ábyrgdina av verkætlanini.

Ætlanin er, at aðalráðini skulu gera samstarvsavtalur við uttanhýsis byggiharraráðgevar, sum skulu taka sær av ráðgeving og verkætlanarstýring.

Vitan kann hvørva

Landsstýrismaðurin vísir samstundis á fleiri vansar við nýggju skipanini.

Einstøku ráðini skulu hvør sær byggja upp serfrøði til at leiða stórar byggiverkætlanir og samstarva við uttanhýsis ráðgevar. Hetta kann sambært svarinum hava við sær, at skipanin verður meira persónsbundin, og at tann skipaða vitanin, sum í dag er savnað á Landsverki, hvørvur.

Jacob Vestergaard ásannar eisini, at umskipanin í fyrstu atløgu kann ávirka verandi rakstur, verkætlanir, sum longu eru byrjaðar, og verkætlanir, sum eru undir fyrireiking.

Tí verður tað upp til aðalráðini og Landsverk í felag at tryggja, at skiftið verður so smidligt sum gjørligt.

Serligur dentur verður lagdur á at varðveita viðkomandi fíggjarliga og fakliga vitan, eins og mannagongdir, leiðreglur og skipanir fyri verkætlanarstýring skulu haldast á sama støði eftir umskipanina.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

13 minuttir síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

54 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

1 tími síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

3 tímar síðan
Minningarorð

Til minnis um pápa mín, Regin Drangberg

3 tímar síðan
Tíðindi

Borgarafundur í Eydnuni á Oyrarbakka

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks bilførarar fingu klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Stríðið um havnargjøldini kemur á ting í dag

5 tímar síðan
Tíðindi

Pensjónir, kóp­ur og ti­l­búgv­ing á tingi í dag

5 tímar síðan