info
Ongi úrslit
© Ole Berg-Rusten/AFP/Ritzau Scanpix
Volodymyr Zelenskyj verður boðin vælkomin av Hákun kongi á kongshøllini í Oslo týsdagin.

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er í Oslo, har hann hittir norskar, finskar og amerikanskar leiðarar. Endamálið er at fáa diplomatisku royndirnar at steðga krígnum inn á eina meira konstruktiva leið.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 15:13

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, kom týsdagin til Noregs at umrøða kríggið og støðuna hjá Ukraina.

Í Oslo hittir hann Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra í Noregi, og Alexander Stubb, forseta í Finnlandi. Amerikanski serligi sendimaðurin Steve Witkoff tekur eisini lut í samráðingunum, meðan Jared Kushner verður við umvegis netið.

Tað er Zelenskyj, sum hevur biðið Noreg og Finnland skipa fyri fundinum. Sambært Støre er málið at fáa diplomatisku royndirnar at enda kríggið inn á eina meira konstruktiva leið.

– Vit vilja arbeiða fyri, at kríggið kann enda á diplomatiskan hátt og við einum varandi og rættvísum friði. Sum støðan er nú, er neyðugt, at partarnir hittast, segði norski forsætisráðharrin undan fundinum.

Samráðingarnar fara millum annað at snúgva seg um loftverjuna hjá Ukraina og felags framleiðslu av vápnum. Zelenskyj hevur sagt, at Ukraina hevur stóran tørv á fleiri rakettum til amerikonsku Patriot-loftverjuskipanirnar.

Vitjanin er samstundis, sum Russland heldur fram við álopum á ukrainskar býir og borgarlig mál. Níggju fólk lótu týsdagin lív í einum nýggjum russiskum rakett- og dronuálopi, sambært ukrainskum myndugleikum.

Umframt politisku fundirnar fór Zelenskyj í audience í kongshøllini. Hann skal eisini hitta forsetan í Stórtinginum og parlamentarisku leiðararnar.

Ein felags tíðindafundur við Zelenskyj, Stubb og Støre verður klokkan 19.15 í kvøld, upplýsir norska forsætismálaráðið.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

10 minuttir síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

2 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

4 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

4 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

4 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

5 tímar síðan
Lesarabrøv

Hetta er als ikki gott nokk

5 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan ísraelska valinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Hvussu fáa vit børn at lesa meira?

6 tímar síðan