info
Ongi úrslit

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Randers FC

Mynd: AC Horsens
Heri Á. Simonsen
16. oktober 2026 kl. 22:55

Tá 22 minuttir vóru leiktir av dystinum á CASA Arena í Horsens í kvøld sá ikki gott út hjá Adriani R. Justinussen.

Laurits Pedersen hjá mótstøðuliðnum, Randers FC framdi eina grova takkling, og frásøgumennirnir hjá Viasat bóru ótta fyri, at Adrian var illa skaddur. Men lukkutíð kom landsliðsleikarin á føtur aftur. Laurits Pedersen fekk tó beinleiðis reytt.

Adrian og liðfelagarnir megnaðu tíverri ikki at gagnnýta, at teir vóru 11 móti 10 leikarum í nærum 70 minuttir.

Í 51. minutti mundi gingið púra galið hjá Horsens, tá Randers fekk brotsspark. Men lukkutíð bjargaði Matej Delac í Horsens-málinum royndini hjá Mohamed Sankoh.

Fleiri mál komu ikki, og so mátti AC Horsens taka til takkar við javnleiki 0-0.

AC Horsens er nummar seks í deildini við 13 stigum.

Sunnudagin 25. oktober klokkan 15 hevur AC Horsens dyst á heimavølli móti Sønderjyske.

HER ber til frá Viasat Sport at síggja grovu takklingina Adrian var offur fyri í kvøld: https://www.viaplaysportnews.dk/sport/fodbold/horsensikon-redder-point-mod-10-mands-randers

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Enn eingir pengar til varandi loysn við Streymin

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria Roysdóttir skoraði og legði upp til 13 mál

2 tímar síðan
Fótbóltur

Aftur ein sólskinssøga hjá víkingunum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Samuel og liðfelagarnir vunnu á heimavølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Tinganes skal hava fast­an byggi­harra­ráð­geva

4 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkingar vunnu við sjey málum móti MRK Trogir

4 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: Neistin vann greiðan sigur á VÍF í Vestmanna

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: Boas gekk undan í sjeymálssigri við 16 málstigum

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj krøv fyri at fáa var­andi uppi­halds­loyvi

5 tímar síðan
Fótbóltur

Sandoyingar hava vunnið gull

6 tímar síðan
Hondbóltur

Kjartan vann á Róa í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

6 tímar síðan
Fótbóltur

FC Hoyvík hevur fatur í langa endanum

7 tímar síðan