info
Ongi úrslit

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

Ein vika áðrenn býráðssamgongan í Havn skrædnaði, endaði fundurin 19. november við, at øll andstøðan og tveir samgongulimir fóru úr fundarhølinum

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 18:03

Eftir stóð óavgreiddi spurningurin um gegnið hjá Bergi Robert Dam Jensen í málinum um eldradepilin í Kollafirði.

Gegnisspurningurin var síðsta málið á skránni, tá Tórshavnar býráð kom saman 19. november. Býráðið skuldi taka støðu til, um Bergur Robert Dam Jensen kundi vera við í viðgerðini og atkvøðugreiðsluni, tá býráðið í september samtykti at flyta eldradepilin í Kollafirði úr Todnesi til Norðreks.

Tað var Bergur sjálvur, sum legði uppskotið fram á býráðsfundinum 17. september. Uppskotið fevndi eisini um at gera eina heildarætlan fyri Norðrek við nýggjari kirkju, eldradepli og møguligum eldrabústøðum. Tað varð samtykt við sjey atkvøðum fyri og seks ímóti. Bergur var ein av teimum sjey, sum atkvøddu fyri.

Heidi Lava Elgeirsdóttir hevði vent sær til Kommunala eftirlitið við einari kæru um ógegni og manglandi málsviðgerð. Eftir svarið frá eftirlitinum bað hon um at fáa gegnisspurningin á skrá hjá býráðnum, so eftirlitið kundi viðgera kæruna.

Býráðið misti meirilutan, sum kravdist fyri at taka avgerð

Eftir drúgt orðaskifti boðaði Tróndur Sigurðsson úr Kommunulistanum frá, at hann fór av fundi. Hann segði, at hann ikki vildi gera seg til dómara í einum máli, sum samgongan ikki megnaði at loysa. Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum boðaði eisini frá, at hann fór, og tað endaði við, at øll andstøðan fór úr fundarhølinum.

Heðin Mortensen og Bergur Robert Dam Jensen fóru eisini út. Sambært gerðabókini vóru sjey av teimum 13 býráðslimunum farnir, tá avgerð skuldi takast. Minst sjey skulu vera til staðar, fyri at býráðið er viðtøkuført. Tí varð eingin atkvøðugreiðsla.

Atfinningar at fundarleiðsluni

Eftir fundin skrivaði Heðin Mortensen, varaborgarstjóri, í einari viðmerking á in.fo, at týðandi skjøl ikki vóru løgd fram, og at býráðslimir ikki fingu orðið. Býráðslimirnir hjá Fólkaflokkinum førdu fram somu atfinningar og løgdu ábyrgdina fyri fundarleiðsluna á Elsu Berg, borgarstjóra. Teir søgdu seg standa við avgerðina um at fara av fundi.

Tá fundurin endaði, hevði býráðið framvegis ikki tikið støðu til, um Bergur Robert Dam Jensen var gegnigur, tá avgerðin um eldradepilin varð samtykt við einari atkvøðu á muni.

Les eisini á in.fo

· Andstøðan rýmdi av býráðsfundi í Havn

· Viðmerkingin hjá Heðini Mortensen

· Viðmerkingin hjá Fólkaflokkinum

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

8 minuttir síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

19 minuttir síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

44 minuttir síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

1 tími síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

1 tími síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

1 tími síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

2 tímar síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

3 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

4 tímar síðan