info
Ongi úrslit

Skert talufrælsi til minni­lut­an og mangl­andi skjøl í málinum

Vit, sum umboða Fólkaflokkin í minnilutanum í Tórshavnar Býráð, skulu boða frá, at vit standa fult og heilt við okkara avgerð, at fara av seinasta býráðsfundi tann 19/11, í sambandi við eitt gegnismál hjá einum samgongulimi

Birgir Nielsen og Høgni Vilhelmsen
25. november 2026 kl. 08:57

Vit mugu tíðanverri staðfesta, at Elsa Berg, borgarstjóri, góðtók, at týðandi skjøl ikki vóru viðløgd í málinum. Hetta er annars eitt krav sambært §20 í Kommunustýrislógini, har staðfest er, at borgarstjórin fyrireikar øll mál, og stýrir sjálvum býráðsfundinum.

Tá borgarstjórin síðani valdi at stýra býráðsfundinum soleiðis, at okkara demokratiski rættur, at biðja um orðið í málinum á býráðsfundinum, var sýttur okkum, so mugu vit bara staðfesta, at borgarstjórin fór út um øll vanlig demokratisk og sømulig mørk.

Tí mettu vit tað verða neyðugt at fara av býráðsfundinum. Vit mettu tað ikki verða rætt og rímiligt, at vit skuldu sita sum dómarar í einum gegnismálið, uttan nøktandi innlit.  Her sipa vit til, at hvørki skjøl frá Kommunala Eftirlitinum og frá advokatum hjá báðum pørtum vóru løgd fram fyri býráðnum, fyri at tryggja, at vit býráðslimir høvdu eitt nóg gott grundarlag at taka støðu í hesum málinum.

Tað harmar okkum í Fólkaflokkinum, at fundurin skuldi enda á hendan hátt, eftir at góður samstarvsandi hevði verið á býráðsfundinum alt kvøldið.  Samgonga og minnuluti høvdu eitt nú staðið saman um fíggjarætlanina fyri 2027, sum var einmælt samtykt.

Vit í Fólkaflokkinum í Tórshavnar Býráð ynskja tó at hyggja frameftir.

Latið okkum øll í Tórshavnar Býráð heldur standa saman um mál, sum betra um umstøðurnar og trivnaðin hjá okkara borgarum og vinnuni í kommununi.



Vegna Fólkaflokkin í Tórshavnar Býráð

Birgir Nielsen, býráðslimur

Høgni Vilhelmsen, býráðslimur

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

1 tími síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan