Sambært Løgtingslóg nr. 146 frá 20. desember 2024 um integratión (Integratiónslógin), skulu allar kommunur hava integratiónssamskipara. Lógin letur somuleiðis upp fyri, at kommunur kunnu velja at samstarva um uppgávuna.
Hendan samstarvsavtalan millum Nes og Sjóvar kommunu er einmælt samtykt av bý- og bygdaráðunum í vetur og verður gjørd við lógarheimild í omanfyrinevndu lóggávu.
Síðan integratiónslógin kom í gildi, hava Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunustjóri í Nes kommunu og Bárður Danielsen, trivnaðarfólk í Sjóvar kommunu, røkt størvini.
Endamálið við samstarvinum er:
- at fremja integratión millum tilflytarar í kommununum báðum, at stuðla tilflytarum í at gerast partur av tí føroyska samfelagnum
- at stuðla tilflytarum at læra føroyskt og at skilja føroyska mentan
- at byggja brýr millum tilflytarar og føroyingar
- at tryggja lógarfestu rættindini til allar borgarar í kommununum uttan mun til uppruna
Starvsstaðurin hjá integratiónssamskiparanum verður á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu við tilvísing til kommunustjóran.
Integratiónssamskiparin skal eftir tørvi samstarva við umboð frá umsitingini hjá Sjóvar kommunu, og lagt verður upp til at hava skrivstovudagar á kommunuskrivstovuni í Sjóvar kommunu fyri at tryggja javnbjóðis møguleikar hjá øllum borgarum í samstarvinum.
Samstarvið verður fíggjað av kommununum og verður býtt lutfalsliga eftir fólkatalinum í ávísu kommununum.
Samstarvsavtalan kemur í gildi á nýggjárinum, og í næstum verður starvið sum integratiónssamskipari lýst leyst.