info
Ongi úrslit

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

Arbeiðið at byggja koblingsstøð og battarístøð á Sandi er nú liðugt, og battaríútgerðin verður í løtuni royndarkoyrd.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 16:28

Arbeiðið var mett at kosta 233 mió. kr., men nú koblingsstøð og battarístøð standa lidnar er greitt, at kostnaðurin er væl lægri enn mett. Samlaði kostnaðurin er 212 mió. kr.

”Arbeiðið hevur gingið væl, og kostnaðarmetingin fyri byggingina hevur hildið, meðan prísurin á battaríum er lægri enn fyrst hildið, so alt í alt, bleiv verkætlanin bíligari enn ætlað”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetið.

Endamálið við 60/20 kV koblingarstøðini er fyrst og fremst at styrkja og framtíðartryggja netið í Sandoynni, har fleiri útbyggingar eru fyri framman. Eitt nú smoltstøð í Skálavík og vindmyllulund í Klivaløkshaga.

Harumframt er hetta eisini liður í at styrkja netið í Suðuroy, har stórar útbyggingar við øktum elorkutørvi somuleiðis standa fyri framman. Um ikki ein tunnil til Suðuroyar kemur í bræði, verður farið undir at leggja sjókaðal til Suðuroyar fyri at knýta elnetið í Suðuroy í netið í meginøkinum.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

15 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

17 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

25 minuttir síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

52 minuttir síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

3 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

4 tímar síðan