info
Ongi úrslit
© European Union, Copernicus Sentinel-2 imagery
Lago di Venere á Pantelleria sæst ovast. Niðast er Saline di Priolo á Sisilia vinstrumegin og Simar í Malta høgrumegin. Fylgisveinamyndirnar eru tiknar 19. og 20. november 2026.

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

Granskarar fara at máta vatnstøðu og saltinnihald í trimum vátlendum í Malta og Italia. Mátingarnar skulu vísa, hvørji tiltøk kunnu verja lívsøkini, nú veðurlagið broytist.

Eirikur Lindenskov
26. november 2026 kl. 15:59

Í friðaða náttúruøkinum Simar í Malta er saltinnihaldið í vatninum vaksið. Tað hóttir lívsøkini við feskum vatni og blandingsvatni. Simar er eitt av trimum vátlendum, sum granskarar fara at kanna í felags verkætlanini WET_ADAPT.

Hini bæði økini eru Saline di Priolo á Sisilia og vatnið Lago di Venere á italsku oynni Pantelleria, sum liggur millum Sisilia og Tunesia. Granskararnir fara at fylgja við vatnstøðu og saltinnihaldi og brúka mátingarnar til at finna fram til, hvussu lívskorini hjá plantum og dýrum kunnu betrast.

Evropiska rúmdarskráin Copernicus vísir 26. november fylgisveinamyndir av øllum trimum økjunum. Myndir frá Sentinel-2 kunnu brúkast til at fylgja við plantuvøkstri og síggja, hvussu vátlendini broytast við tíðini.

BirdLife Malta stendur á odda fyri verkætlanini, sum varð alment sett í gongd 12. november og heldur fram til februar 2029. ES fíggjar ein part av verkætlanini umvegis samstarvsskránna Interreg Italia–Malta.

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

27 minuttir síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

29 minuttir síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

35 minuttir síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

37 minuttir síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

1 tími síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

2 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

3 tímar síðan
Tíðindi

Góð níggju prosent av øllum nólsoyingum eru í Edinburg

4 tímar síðan
Tíðindi
Haldaragrein

Frá vinartræi til øsku

4 tímar síðan
Tíðindi

Les Sosialin og fá at­gongd til alt blað­savn­ið fyri 40 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Í 25 ár hava brøv broytt lív

5 tímar síðan